Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av gurkumeiu – pulvuri. Talan er um Turmeric Powder Haldi – gurkumapulver, nettovekt 100 gramm og tað er best fyri 29.2.2024
Hetta ítøkiliga slagi hevur verið at fáa í føroyskum handlum síðani í januar.
Orsøk til ávaringina er, at tað er eiturevnið, chlorpyrifos, er funnið í tí. Tað er eitt eiturevni, sum verjir planturnar, men tað er eisini iett ólógligt evni og sostatt verður mælt frá, at brúka akkurát hetta kryddaríið.
Vøran eiga at verða latin aftur haðani hon er keypt ella beind burtur.
Chlorpyrifos kann skaða arvaeginleikarnar hjá fólki og tað kann eisini elva til, at fostur fáa heilaskaða og tí er tað ólógligt at selja matvørur við hesum evnunum í, tí danska matvørueftirlitið sigur, at sjálvt smáat nøgdir av tí kunnu elva til heilsuskaðar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tí frá at fólk eta av hesi sendindingini av gurkumeiu, men at tey koyra tað í skrell, ella fara aftur í handilin, haðani tað er keypt.