Hava funnið blásýru í fræi, sum ofta verður brúkt at baka við

Hetta er ein ávaring frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Áki Bertholdsen
10. apríl 2024 kl. 11:30

heilsufrøðiliga Starvstovan ávarar nú ímóti ein sending av hørfræi, sum er komin til Føroyar, og sum er seld í handlum her á landi.

Talan er um hørfræ, sum ofta verður brúkt at baka breyð og bollar við. Talan er um First Price Hørfør og orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv blásýra, ella cyanid, í frænum. 

Talan er um pakkar við First Price Hørfrø, sum viga 250 gramm og sum eru best fyri 5. mai 2025.

Fáa fólk ov stórar nøgdir av blásýru, kann tað vera heilsuskaðiligt. Ein heilsuvandi er, at fólk fáa trupulleikar við andadráttinum, serliga er vandin stórur hjá børnum. 

Tí eiga fólk, sum liggja inni við hesum pakkunum, at koyra teir í skrell, ella at fara aftur í handilin við teimum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.