Í ólavsøkuvikuni, ella mikukvøldið 24. juli, klokkan 19, verður friðargonga í Havn til frama fyri friði í Ukraina, Ísrael og Palestina.
Tað er Henrik Weihe Joensen, sum skipar fyri friðargonguni, sum byrjar á Vaglinum, uttanfyri Løgtingshúsið. Haðani gingið verður út í Tinganes, og síðani niðan við Amtmansborgini, niðan aftur á Vaglið.
Har verður onkur røða og Rani Nolsøe fer at syngja nakrar sangir.
– Kríggini í Ukraina, Ísrael og Palestina halda fram við ótálmaðari megi, og enn røkist einki fyri friði, staðfestir fyrireikarin.
– ST hevur staðfest, at ógvusligu álopini í bæði Ukraina og Miðeystri, standa ikki mát við altjóða krígslóg. ST hevur eisini samtykt á aðalfundum, at heita á partarnar um at semjast um vápnahvíld alt fyri eitt.
– Friðargongan hevur sostatt til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongd á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing, sigur Henrik Weihe Joensen.
– Í friðargonguni vilja vit í felag, og í friði, vísa samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja, sigur fyrireikarin.
– Samtíðis vilja vit gera løgtingið, landsstýrið og donsku stjórnina, varug við týdningin, at tey leggja størri orku enn higartil í at virka fyri vápnahvíld, avdubbing.
Fyrireikarin leggur dent á, at friðargongdin er óheft politiskt og átrúnaðarliga. Fólk eru vælkomin at hava ljós við sær, har ljósið ímyndar eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar.