– Yvirskipað eru vit heilt væl nøgd. Sjálvandi vilja vit altíð vinna, men tað ræður eisini um at fáa royndir, og tað fáa vit í tílíkum dystum og kappingum, sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum.
1-1 móti Estlandi, og síðani 0-4 fyri Lettlandi, og 0-2 móti Litava gjørdist samlaða úrtøkan hjá U15-gentunum, sum síðstu dagarnar hava tikið lut í Baltic Cup 2022, sum hesaferð varð spælt í Lettlandi.
Málskjútti í javnleikunum móti estum var Sara Benjaminsen.
– Hetta vóru tríggir sera góðir dystir fyri okkara gentur, ið sum heild avrikaðu sera væl. Í onkrum dysti høvdu vit heilt avgjørt uppiborið meir, men marginalarnir vóru ikki við okkum.
– Hitin var eisini ein avbjóðing – tann eina dagin vóru máld yvir 33 hitastig, og tað sást aftur. Men eg haldi at vit hava flutt okkum nógv ítróttarliga, so um vit síggja burtur frá úrslitunum, so kunnu vit vera nøgd, sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya.
Næst á skránni hjá U15-gentunum er UEFA menningarkapping í Bulgaria, sum verður frá 29. september til 5. oktober.
Kelda: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen