Frá vinstru eru tey Mimmy Vágsheyg, Árni Olsen, Henny á Líknagøtu, Sakaris Frederiksen, Jenny í Heiðunum og Hans Jákup Kollslíð
Hava fingið nýtt fólk at standa á odda
Nevndin í Ferðavinnufelagnum hevur nú skipað seg
Áki Bertholdsen
8. oktober 2024 kl. 11:27
Nevndin í ferðavinnufelagnum hevur havt sín fyrsta fund eftir aðalfundin og á hesum fundinum hevur nevndin eisini skipað seg, sigur Vinnuhúsið.
Og tað er greitt, at Felagið hevur finguð nýtt fólk at standa á odda, tí nú er tað Henny á Líknagøtu, sum annars arbeiðir hjá Smyril Line, sum er forkvinna.
Árni Olsen, sum arbeiðir á Atlantsflogi, hevur verið formaður, men hann er nú næstformaður.
Hini í nevndini eru Hans Jákup Kollslíð frá HK-Bussum, Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog, Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus og tiltakslimur er Mimmy Vágsheyg frá Kafe Fríðu í Klaksvík
Ferðavinnufelagið virkar fyri áhugamálunum hjá fyritøkunum í ferðavinnuni.