Nú hondbóltsfelagið, Neistin, fer undir hondbóltsárið, 2024 - 2025, verður tað við nýggjum venjarum.
Høvuðsvenjari hjá kvinnuliðum Neistans verður landsliðsmálmaðurin, Nicolas Satchwell. Hann hevur ógvuliga drúgvar royndir í hondbólti, og hann hevur verið knýttur at Neistanum í fleiri ár.
Afturat sær, hevur hann Brynju Høj sum verður spælandi hjálparvenjara, og sum nakað nýtt verður Dejan Lacock málsmansvenjari.
Nicolas Satchwell, høvuðsvenjari, til høgru, Brynja Høj, leikandi hjálparvenjari og Eirikur Magnussen, liðleiðari. Dejan Lacock málmansvenjari manglar á myndini
Eirikur Magnussen heldur fram sum liðleiðari og tað hevur hann eisini verið í nógv ár.
Umframt at vera høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum, verður hann eisini høvuðsvenjari hjá gentum 18 og hjá 1. deild kvinnum.
– At skipa venjaratoymini soleiðis tryggjar bæði samanhald og samanhang í venjingini og góðan trivnað, sigur Neistin í tíðindaskrivi.