Hava fingið nýggjan trivnaðarstjóra

Stjórin hevur drúgvar royndir

Áki Bertholdsen
4. desember 2023 kl. 14:08

Í november søkti Almannaverkið eftir trivnaðarstjóra, sum skal leiða Trivnaðardepilin, sum er størsti depilin í Almannaverkinum.

Trivnaðarstjórin hevur ábyrgd av øllum virkseminum í deplinum og skal tryggja, at depilin virkar sum ein savnaður og strategiskt hugsandi depil.

Setanartilgongdin er nú liðug, og avgerð er tikin um at seta Hjørdis Mortensen í starv sum trivnaðarstjóri. Hon tekur við starvinum 1. januar 2024.

Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 15 ár, og hevur hon drúgvar royndir sum fulltrúi og leiðari.

Hon byrjaði í Almannaverkinum í 2008 og síðani hevur hon verið leiðari ymsastaðni í Almannaverkinum og við hesum royndum hevur hon fingið eitt gott innlit í arbeiðið í Almannaverkinum, siga tey í tíðindaskrivi

Hjørdis er 48 ára gomul, hon er sjúkrarøktarfrøðingur og bachelor í fyrisiting og organisatiónsteori frá universitetinum í Bergen.