Tað verður Heri Norðberg í Hvalba, sum verður nýggur stjóri í Suðuroyar Bú- og heimatænastu. Tað veit Suðurrás at siga.
Tað hevur gingið strilti at finna nýggjan stjóra fyri Hanus Toftheygghj, sum tók við sum stjóri fyri Suðuroyar Sjúkrahús á nýggjárinum.
Hetta er triðju ferð, at søkt varð eftir stjóra og hesa ferð eydnaðist, tí nú hevur stýrið sett Hera Norðberg sum stjóra.
Heri Norðberg er 36 ára gamal og hann býr í Hvalba. Hann er skipsførarari við eini eftirútbúgving sum auditør. Sambært orðabókini er ein auditørur ein herdómari, ella ein sakførari, sum stendur fyri at kanna hermálslig revsimál.
Hann hevur arbeitt í almennari fyrisiting síðani 2015, eitt nú hevur hann verið trygdarsamskipari á Strandferðsluni og hann hevur eisini verið verkætlanarleiðari.
Í Bú- og Heimatænastuni arbeiða umleið 150 starvsfólk og tilsamans hava tey 69 búpláss, á ellis- og røktarheimum, og sambýlum í oynni.
Tænastan hjá teimum fevnir um fyribyrging, fysioterapi, ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, røktarheim, dagtilhald og mattænastu.
Heri Norðberg tekur við stjórastarvinum 1. septembur, sigur Suðurrás.