Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Kristionnu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna. og hon tekur við starvinum næsta mánadag.
Kristianna Jacobsen er 51 ára gomul og býr í Havn. Hon tók læraraprógv í 2013 og síðani í januar 2014 hevur hon verið lærari í Hvalvík og síðani 2019 hevur hon eisini verið skúlaleiðari har.
Harumframt hevur hon eisini leiðsluroyndir frá privatum virksemi m.a. sum dagligur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Kristianna hevur nomið sær eftirútbúgving í leiðslu umframt ymisk styttri skeið í ávísum lærugreinum og í føroyskum sum annaðmál. Í í 2021 tók hon skeið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu á masterstigi og fyrr í ár tók hon masterdiplom í leiðslu. Nú lesur hon master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.