Felagið Føroysk Tónaskøld, FFT hevur havt aðalfund og har varð Guðrið Hansdóttir vald í nevndina. Hon varð vald fyri Onnu Katrin Egilstrø sum tók seg úr nevndini.
Síðani hevur nevndin skipað seg við Sunelifi Rasmussen sum formanni, Kristian Blak sum kassameistara, Heðini Ziska Davidsen sum skrivara og Guðrið Hansdóttir sum nevndarlimi.
Hetta farna árið hevur serliga verið merkt av, at felagið var vertur fyri altjóða nútíðartónleikafestivalinum, World New Music Days, har áleið 100 tónaskøld og samstarvsfelagar vóru í Føroyum. Hesar 10 dagarnar, festivalurin var, vórðu 140 nýggj verk úr øllum heiminum, eisini úr Føroyum. Hetta næsta fer felagið framhaldandi at arbeiða fyri, at bøta um umstøðurnar hjá tónaskøldum. Í hesum sambandi fara tey at útvega stuðul til festivalar, ið hava føroyskan upprunatónleiki á skrá, og at útvega stuðul til tónleikaútgávur og tónleikaferðir við føroyskum original tónleiki. Eisini verður felagið umboða á Nordic Music Days, sum verður í Glasgow síðst í mánaðinum.