Hava fingið nýggjan leiðara

Nýggi leiðarin a Blákrossheiminum tekur við í oktobur

Áki Bertholdsen
29. august 2024 kl. 09:50

Anna D. Háberg er nú sett í starv sum leiðari á Blákrossheiminum á Nesi, og hon tekur við tann 1. okbobur.

Leiðarin sum var, Jütta Olsen, fór úr starvið seinasta summar og síðani hevur Leivur á Lakjuni verið virkandi leiðari.

Men nú er leiðarin so endaliga settur. Anna D. Háberg er 57 ára gomul búsitandi í Tórshavn, men hon er ættað úr Fuglafirði.

Hon er útbúgvin í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði, umframt at hon hevur ymsar útbúgvingar í leiðslu. Blái Krossur sigur eisini, at nýggi leiðarin hevur drúgvar leiðsluroyndir frá Varðhaldinum í Mjørkadali, frá Javna og frá løgregluni.

Blákrossheimið er góðkent at veita vaksnum fólki, og ungum niður í 15 ár, viðgerð fyri rúsmisnýtslu, og at hjálpa teirra avvarðandi eisini.

Í løtuni eru 15 starvsfólk knýtt at Blákrossheiminum.

Blákrossheimið er partur av virkseminum hjá Bláa krossi. Høvuðsendamálini eru at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum - og at vilja hjálpa familjunum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.

Eitt annað høvuðsendamál er at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma sær í óføri av rúsevnum ella rúsdrekka.