Hava fingið nýggjan hjálparvenjara
Hann er ikki ókendur í felagnum
Áki Bertholdsen
12. juli 2024 kl. 08:36
Skála hevur fingið nýggjan hjálparvenjara. Tá ið landskappingin byrjar aftur eftir summarferiuna, verður tað Poul N. Poulsen, sum hjálparvenjara hjá monnum í Betri deildini hjá Skála Ítróttarfelag.
Poul er vágbingur, sum er búsitandi á Skála, og áður hevur hann verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari í felagnum.
Áðrenn hann gjørdist hjálparvenjari í Víkingi farna kappingarár, var hann venjari hjá besta besta kvinnuliðnum hjá NSÍ. Poul hevur somuleiðis tikið A venjaraprógv.
Skála ÍF hevur leitað eftir nýggjum hjálparvenjara til besta liðið eftir at Per Mikkelsen er vorðin høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum saman við Vinjardi Johansen.