Stranda Ítróttarfelag, StÍF, hevur fingið nýggjan formann. Felagið hevði aðalfund í gjárkvøkdið og har varð greitt, at tríggir nevndarlimir, Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaðu ikki uppaftur.
Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. Men StÍF sigur, at tað vóru fleiri, sum bjóðaðu seg fram og tey, sum vóru vald í nevndini, eru Ólavur í Geil, Ann Berg Christensen, Sára Mrdalo, Simona Paula á Fríðriksmørk og Suni Ernstsson. Alexandur Johansen er tiltakslimur.
Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, legði frá sær sum formaður, men heldur fram í nevndini.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Rúni Rasmussen, skrivari
Suni Ernstsson, kassameistari
Ólavur í Geil, nevndarlimur
Sára Mrdalo, nevndarlimur
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur