Hava fingið nýggjan formann

Tríggir av fimm limum eru nývaldir, nú Búskaparráðið er valt av nýggjum 

Áki Bertholdsen
31. mai 2024 kl. 15:36

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur nú valt nýtt Búskaparráð - og Búskaparráðið er eisini nevndin fyri landsbankan. 

Ráðið er valt eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetrið. Førleikakrøv til limirnar eru: Búskaparfrøði, fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Og nú nýtt ráð er valt, er eisini greitt, at Búskaparráðið fær nýggjan formann, og somuleiðis eru tveir aðrir nevndalimir eisini nývaldir.

Tey, sum eru vald eru:

Johnny í Grótinum, kandidatur í búskaparfrøði, námslektari á Fróðskaparsetrinum, og hann er eisini nýggjur formaður.

Jan Otto Holm, kandidatútbúgving í búskaparfrøði, sjálvstøðugur ráðgevari og undirvísari.

Hans Ellefsen, PhD-útbúgving í búskaparfrøði, lektari á Fróðskaparsetrinum.

Marjun Weihe Thomassen, kandidatur í búskaparfrøði, fíggjarleiðari á Landsverki.

Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og leiðslu og stjóri í Demich

Ráðið situr í trý ár.

Johnny í Grótinum og Jan Otto Holm hava verið limir í nevndini í Landsbanka Føroya seinastu trý árini. Hini trý eru øll nývald.

Johnny í Grótinum hevur eisini áður verið formaður í búskaparráðnum, hann varð formaður í 2005.

Tey, sum eru farin úr nevndini, eru Fróði Magnussen, sum var formaður, umframt Sanna Laksá og Helena Andreasen.