Hava fingið nýggjan deildarstjóra

Hon tekur við 1. septembur

Áki Bertholdsen
27. august 2024 kl. 16:06

Tað verður Jóanna Djurhuus, sum nú skal vera deildarstjóri fyri vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Fýra umsóknir vóru til starvið, sum varð lýst leyst fyrr í summar, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið

Jóanna Djurhuus er 48 ára gomul og løgfrøðingur. Jóanna Djurhuus hevur starvast í Vinnumálaráðnum síðani 2004, við styttri skiftum í Fíggjarmálaráðnum.

Hesi árini hevur Jóanna Djurhuus verið ráðgevari og fyribils settur deildarstjóri umframt at hava røkt nógvar nevndarsessir og álitisstørv.

Jóanna Djurhuus tekur við starvinum 1. september. Hon tekur við eftir Pól E. Egholm sum nú er aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum.