Leygardagin var aðalfundur í felagnum “Føroysk filmsfólk” og har varð ein nýggj nevnd er blivin vald. Av fimm nevndarlimum, eru fýra nývald í nevndina. Tey eru Eir í Ólavsstovu, Herluf Sørensen, Karen Kristianna Hildardóttir Gram og Rógvi Rasmussen. Andrias Høgenni var afturvaldur til nevndina.
Ingun í Skrivarastovu, sum hevur verið forkvinna í feæagnum, hevur gjørt av at takka fyri seg. Tey í nevndini siga, at í hennara tíð, sum forkvinna, hevur filmsumhvørvið í Føroyum lyft seg upp á eitt støði, sum var óhugsandi fyri fáum árum síðan.
Nýggja nevndin sigur, at tey hava mong mál fyri framman. Hesu seinastu árini hevur filmsvinnan ment seg nógv, og vit gera vart við okkum uttanlands við nógvum ymiskum filmverkætlanum, bæði innan fiktión og heimildarfilm. Samstundis eru fleiri føroyingar farnir undir hægri útbúgving í at gera film film. Her heima hava vit samstundis eitt filmsumhvørvi í menning og nógv ung fólk leggjast afturat og stovna nýggj og skapandi filmsvirki.
Komandi ár verður felagið 10 ár, og tað ætla vit at hátíðarhalda við ymiskum tiltøkum
Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Forkvinna er Eir í Ólavstovu og næstformaður er Andrias Høgenni. Kassameistari er Rógvi Rasmussen, skrivari er Karen Kristianna Hildardóttir Gram og nevndarlimur er Herluf Sørensen. Tiltakslimur er Brandur Teitsson.