Hava fingið fýra mál um harðskap um vikuskiftið

Samstundis vóru nakrir mans so ólátaðir at teir fáa bót

Áki Bertholdsen
8. oktober 2023 kl. 09:22

Nú vikuskiftið er farið at hella, og løgreglan hevur gjørt støðuna upp, er støðan tann, at tey hava fingið ikki færri enn fýra mál um harðskap. 

Leygarnáttina vóru trý mál um harðskap. Tvey mál vóru í einum skeinkistaði í Klaksvík, har fólk komu til ilnar og tað endaði við bardaga. Løgreglan sigur, at onkur endaði á sjúkrahúsi og kanaka hevur ein brotið kjálkabeinið.

Menn komu eisini til ilnar í einum skeinkistaði í Havn leygarnáttina, har ein maður eisini fekk onkrar snuddir.

Løgreglan avhoyrdi fólk í sambandi við hesi málini í gjár, tá ið tað var runnið av teimum, sum vóru uppi í og síðani er avgerð tikin um at reisa øll trý málini sum harðskapsmál.

Í nátt fekk ein maður eina fløsku í andlitið og fekk skaða. Hann fór á Landssjúkrahúsið til viðgerar. Løgreglan heldur seg vita, hvør gerningsmaðurin er og í tí málinum verða avhoyringar gjørdar seinni í dag. 

Í slíkum førum, tá ið vápn av ymsum slagi eru uppi í, er talan um grovan harðskap og slík mál enda ofta við fongsulsrevsingum.

Í Havn eru nakrir útlendingar skuldsettir fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Teir vóru á einum skeinkistaði, men vildu ikki akta boðini frá løgregluni um at fara á dyr. Teir vórðu handtiknir og skuldsettir og síðani vórðu teir leyslætnir aftur.