Í august í ár vórðu góðar1,032 milliardir krónur goldnar í vanligum lønum. Tað eru 54,6 milliónir meiri enn í sama mánað í fjør og tað svarar til ein vøkstur upp á seks prosent.
Gongdin vísir, at stígur kom í lønirnar, tá korona fór at ganga í 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan.
Men eitt sermerkt er, at tað eru kvinnurnar, sum eiga størsta partin av vøkstrinum
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, men honvegin varð lønargongdin hjá monnum ávirkað í størri mun, tá ið koronufarsóttin rakti.
Í longri tíðarskeið hava menninir tjent umleið 60 prosent av øllum lønunum kvinnurnar 40 prosent. Soleiðis var eisini í august mánað. Tað er ikki bara tí at menn tjena meiri enn kvinnur, tí her skal eisini havast í huga, at tað eru 2.200 færri kvinnur í Føroyum enn tað eru menn.
Tilsamans fingu kvinnur 407,4 milliónir krónur í lønum í august, og tað eru 34,3 milliónir ella 9,2 prosent meira enn august í fjør.
Menn fingu 624,5 milliónir krónur útgoldnar í august, sum eru 20 milliónir ella 3,4 prosent meira samanborið við sama mánað í fjør.