Listastavn Føroya hevur fingið eina heilt sermerkta gávu. Talan er um heilar 17 málningar, sum Mykines hevur málað.
Sámal Joensen-Mikines, sum hansara filla navn var, livdi frá 1906 til 1979
Mykines er ein av okkara allarfremstu listamonnum og Listasavnið sigur, at hetta er ein søgilig gáva.
Verkini telja alt frá størri og smærri oljumálningum, grafikki, skitsum og akvarellum. Har ímillum vøkrum høvuðsverkum. Motivini eru føroysk og donsk landsløg, gransking av havinum, býarmyndir og harafturat kafémyndir.
Í desembur 2021 fekk Listasavn átta Mikines-málningar í gávu frá einum privatum eigara í Danmark, sum vildi vera dulnevndur.
Talan er um sama eigara, sum nú gevur Listasavninum eina stóra gávu afturat av verkum eftir Mikines. Og nú er gevarin ikki dulnevndur, tí nú vita tey, at tað er Birte Schultz-Lorentzen, sum hevur latið málningarnar.
Birte Schultz-Lorentzen var gift føroyskum manni og livdi í næstan 50 ár saman við Joanesi Torkil Mortensen í Nærum norðan fyri Keypmannahavn.
Torkil var føddur og uppvaksin í Føroyum, men fór 16 ára gamal til Danmarkar. Hjúnini høvdu tokka til myndlist og tónleik. Serliga var tað list eftir føroyska listamannin Sámal Joensen- Mikines, ið vakti stóran áhuga.
Saman keyptu tey fleiri verk til beinleiðis frá listamanninum, Mikinesi. Tilsamans keyptu tey eini 40 Mikines-verk. Í 1992 skipaði Birte fyri eini Mikines-framsýning í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar - seinast í 2021 á Mikines-framsýninging í Kerteminde.
Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá ið Listasavn Føroya varð vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á 100 áradegnum hjá Mykinesi í 2006, stutt áðrenn Torkil doyði.
– Listasavn Føroya tekur ímóti hesi stóru og vøkru gávu við stórari eyðmýkt og virðing, og vit vilja takka Birte Schultz-Lorentzen fyri hesa sermerktu og ómetaligu gávu, sigur Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum, í tíðindaskrivi.
Hesir málningarnir verða nú ein partur av tí stóru føroysku listasamlingini á savninum.
– Hon verður til gagn og gleði fyri øll, ið hava áhuga í list í Føroyum. Gávan fer at verða sýnd á savninum einaferð næsta summar, sigur stjórin.
Men Listasavnið ætlar eisini at hava almennar framvísingar í listagoymsluni hesa næstu tíðina og fer eisini at bera til at síggja gávuna.