Hava fingið brunatrygdina í Sandvík í rættlag

Nú eru brandpostar settir upp ymsastaðni í bygdini

Áki Bertholdsen
5. desember 2023 kl. 08:52

Fyri góðum tveimum árum síðanu brunnu eini hús í Sandvík í grund. Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, kom einki vatn úr brandpostunum, so tey máttu eftir sjógvi at sløkkja við.

Tá samtykti bygdaráðið at viðurskiftini skuldu fáast í rættlag.

Tað tók sína tíð, men nú er arbeiðið so liðugt. Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at brandpostar eru settir upp kring um í bygdini og teir eru royndir, so har rennur vatnið sum tað skal.

Í Sandvík eru tveir vatnbrunnar og borgarstjórin sigur, at teir verða báðir fyltir við vatnið. Annar er til drekkivatn, og hin brunnurin verður so til brandpostarnar burtur av, men teir verða koplaðir saman, so stendur á, kann vatn fáast úr hinum brunninum eisini