Hesar seinastu dagarnar hevur tað verið sjáldsama hált fleiri staðni. Tað hevur verið kalt, so nógvir vegir hava verið tann blanki ísur.
Bilførarar hava ansað væl eftir og bæði á Eiðisvegnum og á Vestmannavegnum var tað so hált, at bilførarar hættaðu sær ikki at koyra, men setti bilin frá sær og fóru til gongu.
Men løgreglan sigur, at hetta vikuskiftið hava tey fingið boð um 15 ferðsluóhapp hetta vikuskifti har hálka hevur havt ein stóran leiklut. Fólkaskaði hevur eingin verið, tó at nøkur fólk eru send á Landssjúkrahúsið til kanningar. Í flestu førum hava bilarnir koyrt spakuliga, so yvirhøvur er eisini talan um smærri skrokkskaðar.
Man á Kaldbaksvegnum rendu tveir bilar, sum koyrdu hvør sín veg, í gronina á hvørjum øðrum og teir máttu fáast upp í treylaralastir og førast burtur.
Á Selatraðarvegnum var so hált, at hann varð stongdur eitt skifti og har fór ein saltbilur hjá Landsverki út av. Bara tað, at eitt lítið hall var á vegnum, var nokk til at bilurin fór á glið oman av vegnum.
Løgreglan sigur, at allir bilarnir hava havt góð dekk og eingin av hesum er skrivaður fyri at koyra við summardekkum.
Í morgum er bara hált á Velbastaðhálsi, men forsagnin sigur, at út á fyrrapartin verður tað aftur hált um alt landið, eisini í Suðuroy, har tað annars ongir trupulleikar hava verið higartil í vetur.