Ongi úrslit

Hava fingið 3 mió til at granska sivila verju og váðaplanlegging

Fróðskaparsetur Føroya
20 tímar síðan

Fróðskaparsetur Føroya hevur í samstarvi við Ilisimatisarfik, Roskilde Universitet og Tænketanken Digital Infrastruktur fingið tríggjar milliónir krónur til granskingarverkætlan um sivila verju og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum

Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, sum eitur FASDiNA, hevur gjørt av at játta tríggjar milliónir krónur til eina granskingarverkætlan á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur heitið Sivil verja og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum.

Granskingarverkætlanin, sum verður undir leiðslu av Rógva Olavson, verður staðsett á nýggja deplinum um altjóða viðurskifti, sum eitur Faroese Centre for International Affairs, stytt FIA.

Hetta er aðru ferð, at stuðul er latin til granskingarverkætlanir frá granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum.

Yvirskipaða endamálið við hesari granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum, umframt at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økjum.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

5 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41