Ongi úrslit

Hava fingið 12,8 milliardir í løn hetta seinasta árið

Tað eru kvinnur í ymsum almennum størvum, sum hava nógv tann størsta vøksturin - men kvinnur tjena nógv minni enn menn

Áki Bertholdsen
17. februar kl. 09:35

Hetta seinasta árið, frá í februar í fjør til í januar í ár, eru 12,8 milliardir útgoldnar í lønum í Føroyum. Hetta eru slakar 600 milliónir, ella fimm prosent meiri enn frá februar í 2023 til í januar í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir eisini at tað eru kvinnur í ymsum almennum størvum, sum hava tann størsta vøksturin.

Og her er serliga talan um kvinnur, ið arbeiða í heilsuverkinum og almannaverkinum, og uttan iva er tað tann serliga lønarhækkingin, ella lønarlyftið, sum tað verður kallað, ið hevur gjørt stóran mun.

Gongdin vísir annars, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur hesi seinstu árini - men hetta seinasta árið er hann kortini hæsaður av.

Men framvegis eru lønirnar hjá kvinnum væl lægri enn hjá monnum - men tað eru eisini einar 2.000 færri kvinnur í Føroyum enn tað eru menn.

Hesar seinastu 12 mánaðirnar hava kvinnur átt 38,9 prosent av lønunum - og hetta er eitt prosent hægri enn í undanfarna 12 mánaða tíðarskeiði, so javnstøðan er kvinkað tann rætta vegin. 

Av vøkstrinum upp á næstan 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent av vøkstrinum, tí lønirnar hjá kvinnum hækkaði 370 milliónir, Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá tí almenna nógv tann størsta partin, ella 328 milliónir krónur. 

Men hóast kvinnurnar hava fingið væl meiri enn í lønum, er miðal lønin hjá kvinnum framvegis nógv lægri enn hjá monnum.

Í januar var miðallønin 33.633 krónur sum heild, og tað eru 5,6 prosent hægri enn í januar í fjør. Men miðal lønin hjá kvinnum var 28.000 krónur, og tað eru 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 38.900 krónur.

Men í janurar í ár var miðallønin hjá monnum fimm prosent hægri enn hon var í januar í fjør, og hjá kvinnum var hon seks prosent hægri.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

23. mars kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45

Tunnilin verður tikin í brúk í juni

21. mars kl. 11:43

Soleiðis sær út í Fámjinstunlinum - her eru myndirnar

Í gjár kl. 15:36

Ungur drongur á skutara mátti á Landssjúkrahúsið

11 tímar síðan