Hava brotið inn í listaskálan í Havn

Beint nú heldur løgreglan kortini ikki at nakað er stolið

Áki Bertholdsen
12. januar 2024 kl. 08:36

Klokkan 01.45 í nátt fór alarmurin á løgreglustøðini frá og boðaði frá, at innbrot var í Listaskálanum í Havn.

Men tá ið løgreglan kom á staðið var eingin at finna.

Men tey siga, at har hevur verið innbrot. Tey eru ferð við ymsar kanningar í Listaskálanum og har um vegir. Í hesum sambandi er eisini eitt strekki í plantasjuni við Listaskálan, byrgt av.

Tí heitir løgreglan á fólk um at halda seg eitt sindur burtur, so at tey fáa umstøður at gera tær neyðugu kanningarnar og at tryggja sær tey teknisku prógvini, sum eru har.

Tey kanna eisini vakmyndatólini í Listaskálanum, men enn er einki úrslit.

Av tí at hetta er so stutt síðani, veit løgreglan ikki ordiliga, hvussu fólk eru sloppin inn. Men beint nú er tað heldur ikki nakað, sum bendir á, at nakað er stolið.

Men løgreglan sigur, at hevur nakar sæð fólk við Listaskálan um hesa tíðina, klokkan 0.1.45 í nátt, vilja tey fegin frætta frá teimum.