Hava bjargað tveimum fólkum úr fjøllunum í gjár

Bæði meiðslaðu sær beinið í fjøllunum

Tyrlan er mangan hent
Áki Bertholdsen
16. august 2024 kl. 07:52

Hóast tað var rættiliga illsligt í gjár, forðaði tað ikki ferðafólki at fara í fjøllini runt um kring í landinum. Og tað merktist eisini hjá bjargingarliðunum, tí tvær ferðir í gjár vóru boð eftir bjargingarfólki tí ferðafólk vóru komin illa fyri í fjøllunum.

Fyrru ferð var á miðdegi í gjár tá ið eitt ferðafólk, sum var við einum ferðalagi á veg til gongu ímillum Trøllanes og vitan á Kallinum, var áhaldsið og gleið og fekk skaða í beinið.

Hini fólkini í ferðalagnum ringdu eftir hjálp, so bjargingarfólk fóru á staðið. Eisini tyrlan varð boðsend og hon f fleyg hetta óhepnað ferðafólkið á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.

Og seinnapartin í gjár varð aftur ringt til løgregluna eftir hjálp til eitt ferðafólk, sum var komið illa fyri. Hesa ferð var tað í Tjørnuvík har eitt ferðafólk var dottið í haganum einar 200 metrar oman fyri bygdina.

Eisini hetta fólkið hevði meiðslað sær beinið og løgreglan sigur, at helst var økilin brotin.

Bjargingarfólk fóru eftir fólkinum við børu og bóru tað oman í bygdina, haðani tað varð flutt á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.