Hetta er eitt ótrúliga gott mál. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Býráðið hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri býlingin á Húsabrúgv, sum er býlingurin aftan fyri Gamla Apotek og Hotel Hafnia, oman ímóti Bringsnagøtu, sum er markið ímillum Húsabrúgv og úti á Reyni.
Tað eru tey, sum eiga hús á Húsabrúgv, sum sjálvi hava vent sær til býráðið við eini áheitan um at taka stig til at varðveita dámin á Húsabrúgv við teimum gomlum, siðbundnum húsum.
Býráðið sigur, at serstaka byggisamtyktin fyri økið, ið varð gjørd í 1970’unum, skipar økið av nýggjum og loyvir
tættari bygging enn tað, sum er har í dag. Har verður ikki hugsað um siðbundna húsasniðið, ið fleiri av
húsunum í økinum hava og ein ætlan var at byggingin fram við Áarvegnum skuldi vera samanbygd, og økið vestanfyri skuldi gerast til parkeringspláss. Sostatt skuldu fleiri av eldru húsunum takast niður.
Men síðani er hugsanin um ynsktu býarskipanina av økinum er broytt og býráðið heldur, at áheitanin frá húsaeigarunum er í samsvari við ynskið um at varðveita gomul húsasnið í miðbýnum, soleiðis at nakað av samleikanum verður varðveitt.
Og nú hevur býráðið samtykt at broyta byggisamtyktina aftur, so at býlingurin verður varðveittur, at kalla sum hann er.
Tróndur Sigurðsson sigur, at við hesum hevur býráðið bjargað húsabrúgv og tað eiga tey at verða stolt av. Hann heldur, at hetta er eisini ein avgerð, komandi ættarlið fara at fegnast um.
Hann sigur, at sum byggisamtyktin er nú, hevði tað verið loyvt at tikið hús niður og bygt bæði størri og hægri hús uppaftur, men nú verður býlingurin varðveittur.
Serliga fegin er hann um, at tað eru eigararnir sjálvir, sum hava tikið stig til at friða býlingin.