Herjólfur, sum Strandferðslan hevur leigað úr Íslandi, er nú biðin um at koma aftur til Ísland, í bráðskundi.
Herjólfur er avloysaraskip hjá strandferðsluni í Íslandi og nú hava tey brádliga fingið brúk fyri honum.
Tí fer Herjólfur nú aftur til Íslands. Strandferðslan sigur, at sostatt fer Herjólfur nú til Íslands og sosttt verður hann ikki at síggja í suðuroyarsiglingini í einar tvær vikur, frá fríggjadegnum til og við týsdegnum 5. desembur.
Herjólfur 4, ið dagliga siglir ímillum Vestmannaoyggjarnar og Landeyjahöfn á meginlandinum, hevur fingið trupulleikar við einum motori, og tí er Herjólfur 3 boðsendur til Íslands av loysa av alt fyri eitt.
Herjólfur er nú á veg til Havnar og síðani fer hann til Íslands.
Sáttmálin um Herjólf fer úr gildið á nýggjárinum og tá fer hann endaliga úr Føroyum.