Hava bíðað í meiri enn 10 ár – og nú er løgtingsmaður farin at ótolnast

Tað hevur tikið longri tíð at fáa eina pantskipan fyri fløskur í Føroyum enn tað tók amerikanarum at seta fólk á mánan

Áki Bertholdsen
4. desember 2023 kl. 15:20

Í meiri enn tíggju ár hevur verið arbeitt við at fáa ein pantskipan fyri tómar fløskur í Føroyum. Í roynd og veru gekk tað skjótari hjá amerikanarum at fyrireika mánaferðina upp ígjøgnum sekstiárinum, til fyrsti maður stóð á mánanum í 1969.

Men enn er einki útlit fyri, at vit fara at fáa eina pantskipan fyri fløskur, hóast skiftandi landsstýri hava arbeitt við tí hesi seinastu 12 - 13 árini.

Og nú er Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, farin at ótolnast.

Í vár upplýsti Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, at eftir ætlan skuldi eitt uppskot leggjast fyri Løgtingið í heyst.

Høvuðsendamálið er, at tað skal bera til hjá fólki at sleppa av við allar fløskur, og øll blikk, á sama staði, sama hvaðani tey eru keypt.

Sum støðan er nú, taka handlar bara ímóti fløskum og blikkum, tey sjálvi hava selt og tí skulu fólk ofta eina sanna kanossaferð frá Heródusi til Pilatus, tá ið tey hava tómar fløskur og blikk at selja.

Og nú hevur Magnus Rasmussen reist málið enn eina ferð og í hesum sambandi hevur hann spurt landsstýriskvinnuna, nær uppskotið um pant á íløtum verður lagt fyri Løgtingið. Hann vil eisini hava at vita, hví tað hevur gingið so illa at loysa málið.

Magnus Rasmussen sigur, at undanfarna landsstýrið arbeiddi við eini nýggjari lóg á økinum. Hann sigur, at á heysti í 2022, varð eitt lógaruppskot orðað, men nú er meiri enn eitt ár farið og enn er einki uppskot lagt fyri Løgtingið.

Tí vil hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni hvat tað er, sum ger, at so long tíð er gingin, og lógaruppskotið ikki er komið í Løgtingið enn.