Sev hevur ongantíð gjørt so nógvan streym sum tey gjørdu í fjør. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir at í fjør gjørdi Sev nevniliga 416.084 MWh av streymi. Tað eru 20.799 MWh meiri enn í 2022, tá ið framleiðslan hjá Sev var 395.285 MWh.
Hetta merkir eisini, at síðani aldarskiftið, er framleiðslan hjá Sev meiri enn tvífaldað, tí í 2000 gjørdi Sev góð 192.000 MWh av streymi - og tað sigur eisini eitt sindur um, hvussu stór framgongdin hevur verið í samfelagnum hesi seinastu árini.
Eitt annað dømi um tað, er, at nú brúka vinnan ein munandi størri part av streyminum enn privatu húsarhaldini gera.
Um aldarskiftið brúktu vinnuvirki og stovnar 63,9 prosent av streyminum, men í dag brúka tey 76,2 prosent av streyminum.
Afturfyri brúka privatu húsarhaldini lutfalsliga minni streym nú enn tey gjørdu fyrr. Um aldarskiftið brúktu privatu húsarhaldini 36,1 prosent av øllum streyminum, men í dag brúka tey 23,8 prosent av streyminum.