Hava aftur skotið eftir fólki við plast-kúlum

Í gjár tók løgreglan var løgreglan í Klaksvík tvær ferðir ungum monnum, sum skutu eftir fólki út bilum

Áki Bertholdsen
17. mai 2024 kl. 09:01

Aftur í gjárkvøldið ringdu fólk í Klaksvík til løgregluna at melda, at onkur skeyt eftir teimum við tí, tey kalla »softgun«. Hetta eru luftbyrsur sum skjóta við plast-kúlum og eitt er, at tað svíður illa, men vil illa til, og onkur verður raktur í eygað, kunnu tey missa eygað.

Í gjárkvøldið ringdu fólk tvær ferðir til løgregluna um hendan ólevnaðin, men í báðum førum eydnaðist at fáa nummarplátuna á bilunum.

Tað eydnaðist løgregluni í Klaksvík at finna bilarnar. Í tí eina bilinum vóru tríggir mans, um 19-20 ára gamlir og teir viðgingu, at tað vóru teir. Í hesum føri legði løgreglan hald á tvær »softgun« og á kúlur.

Í hinum førunum vóru fýra unfir mans í bilinum og tveir av teimum viðgingu, at teir høvdu skotið eftir fólki. Eisini í hesum føri varð hald lagt á tvær »softgun«.

Allir fimm dreingirnir fáa eisini bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.

Hetta er aðru ferð hesa vikuna, at boð eru eftir løgregluni í Klaksvík, tí ungdómar koyra runt í bili og skjóta eftir fólki við »softgun«.