Hava aftur skotið eftir fólki við plas-kúlum

Hesa ferð fingu tey ikki fatur á gerningsfólkunum

Áki Bertholdsen
2. juni 2024 kl. 11:18

Fleiri ferðir hesa seinastu tíðina er tað hent, at fólk koyra runt í bili og skjóta eftir tilvildarligum fólkum við plastkúlum.

Tað eru byrsur og revolvarar, sum eru ætlað børnum at spæla við og sum skjóta kúlur og onkrum tilfari, sum minnir um plast. 

Og tað er púra lógligt at spæla við slíkum byrsum.

Men hesa seinastu tíðina hevur tað vundið upp á seg, at unglingar liggja og koyra runt í bili og skjóta eftir fólki, sum tey koyra framvið.   

Og tað er ólógligt og hesa seinastu tíðina løgreglan tí lagt hald á fleiri av hesum byrsunum, umframt at tey, sum skjóta, hava fingið bót.

Aftur í nátt varð skotið eftir fólki, men hesa ferð eydnaðist tað ikki at finna gerningsfólkini.

Løgreglan ávarar ímóti slíkum spæli, tí vil illa til, og fólk verða rakt í eygað, kunnu missa eygað.