Hava aftur eina serstaka gudstænastu við Gjógv

Sunnudagin verður aftur gudstænasta og konsert í stórfingnu náttúruni í gjónni við gjógv

Áki Bertholdsen
8. august 2024 kl. 08:45

Sunnudagin verður aftur gudstænasta og konsert í gjónni við Gjógv. Konsertin verður klokkan trý seinnapartin og útigudstænastan í gjónni er nú eitt afturvendandi tiltak, sum hevur stóra undirtøku hvørt ár, siga fyrireikararnir.

Marjun Lómaklett verður prestur, og viðrar, verdur hon skjútsað inn í Gjónna, ímeðan kirkjuklokkan ringir.

Tað veðrur nógvur tónleikur undir tiltakinum. Eiðis Ljómfelag, og onnur, undir leiðslu av Agnari Lamhauge, spæla inngangslagið,  og tey spæla eisini afturvið sálmunum, og til seinast eisini.   

Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen, fer at syngja, og sum endalag syngja tey vakra »Wie liblich sind deine Wohnungen, Herr Zebaot« úr »Ein deutshes Requiem« av Johannes Brahms og tá verður tað Jonhard Eliasen hevur krevjandi klaverspælið.

Eisini fer Janus Trygvason at framføra »Boðar tú til allar tjóðir«, 

Tá ið alt er liðugt, bjóða tey ein drekkamunn.