Hava 100 ára hátíðarhald í Trongisvági

Har verður okkurt, bæði til børn og vaksin

Plantasjan í Trongisvági er serstakliga hugnalig og tað eru nógv fólk, sum leitað sær hagar at njóta lívið eina løtu. Myndina tók Erik Christensen
Áki Bertholdsen
5. september 2024 kl. 13:25

Í ár eru 100 ár síðani, at fyrstu trøini vórðu plantað í plantasjuni í Trongisvági og tað ætla tey at gera eitt sindur burtur úr. Sostatt verður hátíðarhald í ovurmorgin, leygardagin, har ymiskt er á skránni, bæði fyri børn og vaksin.

Hátíðarhaldið byrjar klokkan 11 tá ið Kristin Michelsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu.

Skipað verður eisini fyri rundferð í plantasjuni, har Rakul Arnfríð Dam, landsskógarvørður, greiðir frá. Samstundis er framsýning um viðarvøkstur og ymiskt ítriv til børn á skránni. Tey sum vilja, sleppa eisini at seta eitt træ niður.

Afturat øllum verður felagssangur og harmonikutónleikur, pylsur verða grillaðar og afturvið verður kaffi okkurt til børnini.

Tiltakið er alment og tað er ókeypis, og eftir veðurforsøgnunum at døma fer tað at liggja væl fyri, tí tað verður at kalla stilli, eitt sindur lýtt og og út á seinnapartin kann tað eisini henda seg at sólin sæst.