HAV: Ein framsýning um Blue Fashion Challenge

Samstundis, sum mótavikan í Keypmannahavn byrjar, letur framsýningin HAV upp í Nikolaj Kunsthal í Keypmannahavn...

Innsent
25. januar 2018 kl. 18:20

Samstundis, sum mótavikan í Keypmannahavn byrjar, letur framsýningin HAV upp í Nikolaj Kunsthal í Keypmannahavn. Framsýningin er opin frá leygardegnum 27. januar til týsdagin 30. januar, allar dagarnar frá klokkan 12 til 17.

Á framsýningin ber til at síggja tað, sum teir 10 norðurlendsku sniðgevarnir fingu burturúr, tá ið teir fingu til uppgávu at sniðgeva klæðir burtur úr kópaskinni, fiskaskræðu og taratekstili. Talan er um burðardygt tilfar, ið alt hevur sin uppruna í sjónum.

Umframt klæðini verða eisini myndir frá Blue Fashion Challenge tiltakinum, sum var í Føroyum í august 2017. Tað er heimskendi fotografurin Tommy Ton, ið tók myndirnar.

Sunnudagin 28. januar kl 14 verða áhugaverdar framløgur frá sniðgevunum Sissal Kjartansdóttir Kristiansen og Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir, ið gjørdust ávikavist vinnari og nummar tvey í Blue Fashion Challenge. Tær fara at hugleiða um, hvussu tað er at arbeiða við tilfarinum, tær brúktu, og hvørjar møguleikar tær halda vera í burðardyggari framleiðslu. Eisini fer Suzi Christoffersen frá Closed-Loop at tosa um mótaídnaðin og burðardygt tilfar.

Tað er Closed Loop, sum hevur sett framsýningina saman, vegna Fiskimálaráðið, Norðurlendska Ráðharraráðið og NORA. Framsýningin er partur av stóru verkætlanini Vøkstur í bláum tilfeingi, sum Fiskimálaráðið tók stig til og sum var partur av føroyska formannskapinum í Norðurlendska Fiskivinnusamstarvinum í 2015.

Framsýningin verður í Nikolaj Kunsthal, Nikolaj Plads 10, København K