Í fjør fylti eitt av teimum nýggju hondbóltsliðum í Føroyum, ÍA, tíggju ár, men tá varð eingin føðingardagsveitsla hildin vegna korona, men tað verður tað í dag.
Hátíðarhald verður hildið við Skúlan á Hamrinum, har føðingardagsbarnið bjóðar pylsur og annað gott.
Frá byrjan var ætlanin at skapa ein felagsskap, sum gav argjabørnum møguleika at spæla hondbólt á Argjum, heldur enn at tey skuldu vera noydd at koyra til Havnar ella Hoyvíkar fyri at hava hendan møguleika.
Byrjanin var heldur tilvildarlig, tá argjabørn mannaðu eitt U12-lið hjá Neistanum.
Tað vóru teir báðir, Kristian Martin Skála og Martin Mørk, ið áttu hvør sin son á hesum liðnum, og tað eina kvøldið eftir venjing prátaðu teir um, at teir kanska bara skuldu stovna sítt egna felag.
Martin hevði undan hesum verið aktivur í Neistanum, meðan Kristian Martin hevði traðkað sínar barnaskógvar í H71, har hann eisini var formaður eitt skifti. Afturat sær fingu teir tveir Kyndils-menn, Nikolai Balle og Michael Viderø, og so varð lagt til brots.
Í dag telur felagið fleiri enn 170 limir, og í høllini, sum síðani er komin í Skúlanum á Hamarinum, spæla hesi í øllum aldursbólkum frá mini-hondbólti til U16. Eisini hevur felagið seinastu fýra árini havt fulltíðarsettan venjara.