Hall á fíggjarlógini í fjør, í ár og næsta ár

Búskaparráðið finst í várfragreiðingini at hallinum á fíggjarlógini og mælir til politisk átøk

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum (Mynd: Álvur Haraldsen)
Árni Gregersen
29. februar 2024 kl. 13:05

Føroyski búskapurin hevur tað gott í løtuni, tá ið hugt verður at lyklatølunum.

Tað staðfestir Búskaparráðið í várfrágreiðingini, sum var løgd fram í Varpinum í Klaksvík.

Framleiðslan (BTÚ í leypandi prísum) er mett at veksa 4,4 prosent í ár,og arbeiðsloysið er framvegis søguliga lágt. Lønarútgjaldingarnar og løntakaratalið settu met í 2023, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot.

Hóast búskaparliga framgongd er hallið hjá landskassanum stórt. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til 5,4 prosent í fjør, 4,4 prosent í ár og 2,8 prosent næsta ár.

Arbeiðsmarknaðurin er sterkur og tað ger, at húsarhaldini hava varðveitt bjartskygnið, hóast rentuhækkingar og inflasjón hava minkað um keypiorkuna síðani á sumri í 2022. Prísirnir veksa enn, men ikki eins nógv, sum teir hava tað seinasta árið.

Mest sannlíkt hevur landskassin hall í 2023, 2024 og 2025.

Úrslitini staðfesta, at politiska skipanin framvegis ikki megnar at halda aftur við útreiðsluvøkstri í góðum tíðum. Búskaparráðið metir tað vera illa frágingið, tá ið úrslitið á fíggjarlógini vísir eitt hall í bæði 2024 og 2025 eftir áhaldandi búskaparvøkstri í fleiri ár á rað við lágum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri í landskassanum.

Úrslitið á fíggjarlógini (RLÚ 1) metir Búskaparráðið verður -146 miljónir krónur í ár og -31 miljónir krónur næsta ár.

Veruliga úrslitið er tó verri enn tað, tí ein partur av tilfeingisinntøkunum skal sambært lóg í búskapargrunnin. Í ár er metta úrslitið tí ikki -146miljónir krónur, men -439 miljónir krónur.

Henda uppstilling av fíggjarlógini, har tað ikki verður tikið hædd fyri, at inntøkur av tilfeingisgjøldum skulu í búskapargrunnin, ger tað sera ringt hjá politikarunum og borgarum at gjøgnumskoða, hvat veruliga úrslitið á fíggjarlógini er, og hvørjum úrsliti politiska skipanin kann raðfesta eftir.


Álvur Haraldsen tók myndirnar niðanfyri.