Dómstólurin í New York gav filmsframleiðaranum 23 ár fyri kynsliga ágang og neyðtøku.
Ákærurnar í móti honum komu alment fram í 2017 og vóru byrjanin til stóru #metoo rørsluna. Yvir 80 kvinnur hava ákært hann fyri neyðtøku ella kynsligan ágang, sum hann skal hava framt í síni stór tíð í Hollywood.
Ákærurnar ímóti fyrrverandi filmskonginum, eggjaðu øðrum kvinnum at stíga fram um kynsligan ágang, serliga í Hollywood.
Weinstein var dømdur fyri nakrar av mongu ákærunum í New York í februar, og í dag fekk hann 23 ár. Sakførararnir hava annars roynt at arbeitt fyri einum linari dómi, vegna heilsu støðu hansara.
Hann er ákærdur fyri líknandi kynsligan ágang í Los Angeles.