Harvey sleppur tøkunum

Borgarstjórin ið Houston metir nú býin vera "open for business". Ógvusligu vatnmongdirnar byrja nú at minka

Guðrun í Jákupsstovu
2. september 2017 kl. 16:45

Ódnin Harvey, ið hevur leikað á í Texas og serliga býnum Houston, byrjar nú at minka í styrki. Tað skrivar CNN.

Ógvusligu vatnmongdirnar ið hava hópað seg upp og floymt yvir allan býin, byrja nú at minka aftur. Borgarstjórin í Houston, Sylvester Turnes, hevur flogið í tyrlu yvir býnum og staðfest, at vatnið minkar skjótt í fleiri partum av býnum. Sostatt sigur hann býin skjótt vera "open for business". 

Ódnin Harvey, hevur slept Texas, men hvørvir ikki bara so. Eftir sigandi ferðast ódnin nú víðari, bæði í statunum, Arkansas, Ohio og Louisiana.