Haruka Gima heldur fram í StÍF

StÍF og Haruka hava skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár

Sigurjón Einarsson
12. mai 2021 kl. 07:50

Haruka hevur verið sera eyðsýnd í føroysku kappingini, og á Strondum eru tey eisini sera nøgd við framúr góða hondbóltsleikarinum og ein fyrimynd fyri ungar leikarar í Føroyum. Nú er greitt, at Haruka heldur fram í StÍF, tí partarnir hava gjørt ein nýggjan sáttmála fyri komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.

Í samband við ársins hondbóltsgallaveitslu bleiv Haruka heiðrað sum ársins leikari, álopsleikari og toppskjúti við 189 málum. Hon kom eisini á ársins kvinnuliðið.

Haruka hevur spælt í fleiri ár í bestu deildini í Japan.

Hon hevur síðan 2019 verið partur av besta kvinnuliðnum hjá StÍF, og hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá øllum gentualdursbólkunum hjá felagnum.

Umframt at leika við besta kvinnuliðnum hjá StÍF, fer Haruka at vera hjálparvenjari hjá gentu- og dreingjaliðum.

StÍF skrivar á heimasíðu sínari, at tey fegnast um, at Haruka heldur fram í felagnum og er bjartskygt um komandi kappingarár.