Harry prinsur: William leyp á meg

Í nýggjari sjálvbiografi vil Harry prinsur vera við, at beiggi hansara, William prinsur av Wales, gjørdist so óður í 2019, at hann leyp á hann

Steinar Patursson
5. januar 2023 kl. 09:40

Harry prinsur vil vera við, at ein hending í 2019 hevði við sær, at bróður hansara, William prinsur av Wales, leyp á seg.

Harry prinsur skrivar um hendingina í sjálvbiografiini Spare, sum kemur á marknaðin í næstu viku, men sum The Guardian hevur fingið eitt eintak av til ummælis undan útgávuni.

Hendingin, ella ósemjan, millum Harry prins og William prins, sum fór fram átáverandi  bústaðinum hjá Harry prinsi í London, snúði seg um konu Harry, Meghan Markle.

Harry prinsur greiðir sambært The Guardian frá, at William kallaði Meghan Markle fyri “torføra”, “ófólkaliga”, og “særandi”, meðan Harry vildi vera við, at hetta var nakað, ið hann hevði lært at siga frá pressuni.

Ósemjan øktist, til William tók í herðatoppin á honum og slongi hann á gólv.

Harry prinsur vil vera við, at William prinsur var so mikið harðligur, at hálsketan slitnaði, og at hann fekk sjónligar skaðar á ryggin.

Í bókini greiðir Harry prinsur frá, at hendingin teirra millum hendi ein dag, tá William prinsur kom á gátt hjá Harry, tí ætlanin var at tosa um ósemjurnar teirra millum.

Sambært Harry prinsi var William longu óður, tá hann kom á gátt, og hann gjørdi greitt, hvørjar ónøgdir hann hevði um Meghan Markle.

Harry prinsur svaraði, at hetta var nakað, ið hann hevði lært frá pressuni, og at Harry var ónøgdur við, at William uppførdi seg um ein arving og ikki skilti, hví beiggin var ónøgdur við støðuna sum bert eykamaður til bretsku trúnuna.

Harry prinsur heldur fram og sigur, at William segði seg bert vilja hjálpa, men tá Harry prinsur gjørdi greitt, at soleiðis sá hjálp ikki út, gjørdist William enn óðari, og tað endaði við, at hann slongi Harry prins á gólv.

Sjálvbiografiin hjá Harry eitur “Spare” og sipar til støðu hansara í bretska kongshúsinum sum ein “spare” - ein eyka trúnarvingur, skuldi okkurt hent við William prinsi