Harry Kane spældi við fepri í móti Fulham

Tottenham áleyparin hevði ikki sovið nógv um náttina, og hevði fepur, tá hann í gjárskvøldi spældi í móti Fulham á útivølli í Premier League

Ragnar Sjúrðarson
24. januar 2023 kl. 17:25

- Tað var ein hørð nát, og eg var uppi annan hvønn tíma. Tað var eitt virus ella okkurt líknandi, sigur Harry Kane sambært AFP:

Hóast sjúkuna skoraði Harry Kane einasta málið í 1-0 sigrinum, og skrivaði seg í søgubøkurnar hjá London felagnum. Harry Kane hevur nú skorað 266 mál fyri Spurs, og tað er ájavnt metið hjá Jimmy Greaves, sum setti metið aftur í 1970.

 -    At skora málið og koma ájavnt metið var ein deilig kensla, sigur 29 ára gamli onglendingurin

Tottenham venjarin, Antonio Conte, var glaður fyri at Kane trýsti seg til at spæla hóast sjúku.

-    Eg vil undirstrika, at Harry spældi við fepri. Hann hevði tað ikki gott, men ynskti kortini at spæla. Hann skilti støðuna, og at hann er avgerandi fyri okkum, meg og hinar spælararnar.

Tottenham liggur nummar fimm í Premier League, trý stig aftanfyri Manchester United, sum tó hevur spælt ein dyst færri.

 /ritzau/