Í langa tíð hevur ivin verið stórur um Harry Kane fór at verða verandi í Tottenham. Ivi hevur bæði verið sáddur um hansara egna hug at fara frá liðnum, og so skuldi tað eisini nógv til fyri at Tottenham vildi lata hann fara.
Til endans tók Kane eitt val um at veittra felagnum hann hevur spælt við farnu 10 árini farvæl. Hann hevur skrivað undir ein fýraára sáttmála við Bayern München, har hann skal setast í leiklutin hjá Robert Lewandowski, sum stórfelagið úr Týsklandi ikki fekk avloyst í fjør summar.
Tilsamans var kostnaðurin fyri enska landsliðspælaran 100 mio. evrir, sum svarar til uml 750 mio. Kr.
Og nú hevur enska stjórnan sagt hví hann valdi at fara frá Tottenham. Hann dylir ikki fyri, at tað var tráanin eftir steypum, sum fekk hann til týsku kappingina.
- Eg havi altíð viljað avbjóða meg sjálvan á hægsta støði. Eg vil spæla í Champions League og kappast um steyp á hvørjum ári, sigur hann sambært Fabrizio Romano
- Tað er tí, at eg eri komin til FC Bayern. Tað er eitt av størstu feløgunum í heiminum, sum gevur mær møguleikan at gera tað.
Kane er mest skorandi spælarin í søguni hjá Spurs. Hann hevur skotið 280 mál í 435 dystum. Afturat tí hevur hann lagt upp til 64 mál í síni tíð í London-felagnum.