Sum tað sær út nú, stendur Kamala Harris til at vinna á Donald Trump við tveimum prosentum í samband við amerikanska forsetavalið.
Tað vísir ein nýggj veljarakaning frá tíðindastovuni Reuters og greiningastovninum Ipsos.
1241 amerikanarar hava luttikið í kanningini. 1081 av teimum eru skrásettir veljarar.
Úrslitið av kanningini vísir, at 44 prosent vilja hava Harris til næsta forseta í USA, meðan 42 prosent halda við Trump.
Talan er harvið um ein sera tepran meiriluta, og Reuters sigur, at kanningin hevur eina óvissu við trimum prosentum.
Sambært Reuters meta 56 prosent av skrásettu veljarunum, at 59 ára gamla Harris er “mentalt sterk og før fyri at handfara avbjóðingar”. 49 prosent av teimum halda tað sama um Trump, sum er 78 ár.
Samstundis halda 22 prosent, at núverandi forsetin í USA, 81 ára gamli Joe Biden, er “mentalt sterkur og førur fyri at handfara avbjóðingar”.
Valskipanin í USA hevur tað við sær, at tað ikki altíð er tað forsetavalevnið, sum fær flestar atkvøður, ið verður forseti. Tað er tað valevnið, ið fær flestar valmenn, ið vinnur valið.
Í USA eru tað 538 valmenn deildir yvir 50 statir og Washington D.C. Har skulu minst 270 valmenn til at blíva forseti.
15. juli varð Trump alment valdur til forsetavalevni hjá Republikanarunum. Harris en enn ikki alment vald til forsetavalevni hjá Demokratunum.
Sambært loyniligum keldum frá herferðini hjá Harris, hevur hon fingið stuðul frá nóg nógvum umboðum, til at blíva floksins forsetavalevni. Tað skrivar Reuters.
Amerikanska forsetavalið verður tann 5. november.