Harragaggur elva til knæskaðar hjá kvinnum

Kvinnur eru lættari enn menn, og tí er tað ein trupulleiki, tá kvinnur spæla í gaggum, ið eru gjørdar til menn, tí hetta økir um vandan fyri knæskaða, vísir gransking

Mynd: Unsplash
Steinar Patursson
28. desember 2022 kl. 10:52

Kvinnuligir fórbóltsleikarar spæla í gaggum, ið eru gjørdar til menn, og hetta økir um vandan fyri skaða.

Tað vísir nýggj gransking, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Sports Engineering.

Katrine Okholm Kryger, sum er lektari á St. Mary’s University í London, og sum er ein av granskarunum handan nýggju granskingina, greiðir fyri DR frá, at tað er beinleiðis samband millum gaggurnar og vandan fyri skaðum - serliga krossbandsskaðum.

Katrine Okholm Kryger vísir á, at yvirhøvur eru kvinnur lættari enn menn, og av somu orsøk hava kvinnur tørv á stytri knoppum undir gaggunum. Ofta verða knopparnir færri á kvinnugaggum, og teir verða eisini fluttir, soleiðis at teir passa til minni kvinnugagguna, men longdin á knoppunum er hin sama, og tað er ein trupulleiki.

Sambært Katrine Okholm Kryger hava langu knopparnir við sær, at lutfalsligu løttu kvinnuligi leikararnir sita fastari í svørinum enn gott er, og hetta gongur út yvir knøini - ofta sum krossbandsskaðar.

Vandin fyri krossbandsskaða er tí tvær til fimm ferðir størri hjá kvinnum enn monnum, metir Katrine Okholm Kryger.

Les eisini: Krossbandsskaðar síggjast ofta í fótbólti og hondbólti

Les eisini: Skríggjandi pína hvørja ferð