Harður orðadráttur í tinginum

Orðaskiftið gjørdist stundum heitt, tá uppskotið hjá Helga Abrahamsen um at fáa ávísar pedagogar aftur til arbeiðis var til fyrstu viðgerð seinnapartin í dag

Steinar Patursson
18. juni 2021 kl. 15:15

Fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, sum skal fáa ávísar pedagogar undir almannaverkinum aftur til arbeiðis, hevur verið seinnapartin í dag.

Tað var ein langur dagur í tinginum, ið eisini fyrstu tíðina var merktur av, at gangurin uttanifrá hoyrdist innum.

Grundleggjandi helt andstøðan, at talan var um eitt uppskot, ið gjørdi seg inn á verkfallsrættin hjá fakfeløgum, meðan samgongulimirnir talaðu fyri, at talan var um eitt avmarkað uppskot, ið einans hevði til endamáls at fáa tey aftur til arbeiðis, ið varaðu av fólki við serligum tørvi.

Andstøðan vísti eisini fleiri ferðir á, at pedagogarnir høvdu bjóðað at avlýsa verkfallið fyribils, men treytin var, at Helgi Abrahamsen tók uppskotið aftur, og at partarnir komu aftur til semingsborðið.

Samgongulimirnir vístu á, at hóast pedagogfelagið kundi avlýsa verkfallið fyribils, og at partarnir komu aftur til semingsborðið, var eingin trygd fyri, at semingsroyndurnar fóru at berast á mál, og sostatt var heldur eingin trygd fyri, at hesi fólkini undir almannaverkinum, sum hava tørv  á hjálp, fóru at fáa ta hjálpina, ið teimum tørvar.

Stundum var orðadrátturin rættiliga harður í tingsalinum. Frimodt Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, helt, at tað var “forkastiligt at brúka tey veikastu í samfelagnum sum vápn”, sum hann málbar seg.

- Hetta er populisma av ringasta slag, sum gongur fyri seg í løtuni, segði Frimodt Rasmussen.

Eisini Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, var rættiliga hvassorðaður, og kallaði hann Høgna Hoydal fyri kaldan og kyniskan. Jákup Mikkelsen vildi vera við, at Høgni Hoydal legði ikki í, um støðan gekk út yvir børn, ung og tey, ið hava brúk fyri hjálp.

Orðini fullu ikki í góða jørð hjá Høgna Hoydal, sum vildi vera við, at Jákup Mikkelsen kom við “hálum hykli”.

- Var tað ein kapping í undanstøkking, hevði hendan samgongan vunnið við fleiri bátslongdum, helt Høgni Hoydal fyri, sum eisini segði “ikki lúgva”, meðan hann var á veg aftur á sítt pláss.

Brandur Sandoy helt eisini fyri, at tað var ómenniskjaligt av andstøðuni at seta seg upp móti uppskotunum hjá samgonguni, tí samgongan fór at fáa uppskotið ígjøgnum – við ella uttan andstøðu. Brandur Sandoy vísti í hesum sambandi á, at tað einasta, ið andstøðan megnaði at fremja, var at útseta málið og at “drýggja hetta út yvir eina heila viku.”

Tað varð eisini tørvur á løgtingsforkvinnunum í rokanum í tinginum. Eyðgunn Samuelsen mátti fleiri ferðir biðja um frið í tingsalinum, meðan Bjørt Samuelsen heitti á tinglimirnar um at vanda sær um málið og at vera virðiligir.

Bjørt Samuelsen sipaði tá til orðadráttin millum Jákup Mikkelsen og Høgna Hoydal, men lítið batti. Jákup Mikkelsen valdi at endurtaka tað, sum hann hevði sagt áður, og fyri hetta fekk hann eisini eina átalu.

Málið varð beint í rættarnevndina, ið hevur fund mánamorgunin.