Beint eftir klokkan tíggju merktist ein harður jarðskjálvti í høvuðsstaðarøkinum í Íslandi. Jarðskjálvtamiðdepilin var á Reykjanes hálvoynni, har nógvir jarðskjálvtar hava verið millum ár og dag.
Skjálvtin í dag var tó harðari enn vanligt. Jarðskjálvtastyrkin varð máldur til 5,7 á richterskalanum, og skjálvtin merktist væl í Reykjavík, har møðgurnar Maria Katrin Long og Lisa Maria Lognberg vóru staddar, tá ið jarðskjálvtin rakti.
Maria Katrin Long sigur í viðtalu við Dimmalætting, at tað kendist øgiliga ótespiligt, tá jarðskjálvtin rakti. Hon var og vitjaði dóttrina í Reykjavík, Lisa Mariu Lognberg.
- Alt húsið ristist. Dótturin býr á 8. hædd og tað kendist øgiliga ótespiligt, tí skjálvtin vardi so leingi. Jarðskjálvtar plaga ikki at vara so leingi, sigur Maria Katrin Long í telefonini úr Reykjavík.
Júst sum vit tosa, kemur dótturin inn. Hon koyrdi akkurát bil, tá jarðskjálvtin rakti. Hóast hon ikki merkti skjálvtan so væl, so kundi hon gott merkja á bilinum, at grundvøllurin skalv.
Møðgurnar báðar hava tað eftir umstøðunum gott, men bera ótta fyri, at skjálvtar skulu koma aftur. Tær vita um fólk í Keflavík, ið eru farin út úr húsunum, tí tey tora ikki at vera inni. Har siga tey seg heldur ikki hava upplivað so harðan jarðskjálvta í Keflavíkar økinum áður.
Nakrir eftirskjálvtar merkjast enn, men møðgurnar vóna, at tað fer at laga seg.
Enn hava myndugleikarnir í Íslandi ikki fingið eina heildarmynd av harða jarðskjálvtanum. Teir siga bara, at tað hevur verið ein harður jarðskjálvti, sum er máldur til 5,7 á richterskalanum.