Harðskapur: Halda seg vita hvørjir gerningsmenninir eru

Men løgreglan sóknast framvegis eftir vitnum til harðskap á Tórsfestini í Havn

Áki Bertholdsen
9. august 2024 kl. 17:30

Sum vit áður hava skrivað, fekk løgreglan tvey mál um harðskap á tónleikatiltakinum, tórsfest, sum var í Havn í sambandi við ólavsøkuna.

Í báðum førum var talan um menn, sum vórðu slignir so meint, at teir brutu kjálkabeinið. Og í hvussu so er í øðrum førinum, var skaðin so mikið stórur, at hann mátti á sjúkrahús í Danmark til serviðgerð.

Løgreglan sigur, at tey halda seg vita, hvørjir gerningsmenninir eru, og teir eru skuldsettir fyri grovan harðskap.

– Vit hava fingið navnið á tveimum gerningsmonnum, og vit arbeiða við málinum, sigur løgreglan.

Teir báðir, sum verða sagdir at vera gerningsmenn, eru ikki avhoyrdir enn. Men løgreglan sigur, at tað verða teir, tá ið tíðin er búgvin til tað.

Løgreglan skal eisini tosa við eygnavitni um hendingina. Men tey siga eisini, at er tað onkur, sum hevur sæð tilburðin, ella sum hevur tikið nakað upp á telefonini, eru tey meiri enn vælkomin at siga løgregluni frá

Løgreglan sigur, at alt ger mun í arbeiðnum at seta pusslispælið saman so at tey fáa eitt nágreiniligt yvirlit yvir, akkurát hvat tað var, sum fór fram.

Tann fyrri tilburðurin av harðskapi uttanfyri inn- og útgongdina á Tórsgøtu, umleið klokkan 21.50 til klokkan 21.55.

Tann seinni tilburðurin var inni á sjálvum festivaløkinum, við tað stóra grøna øl og pitsa tjaldið, sum stóð uttan fyri Eta, ímillum klokkan tvey og trý um náttina.