Harðlig spreinging í Ukraina

Eini 24.000 fólk eru flutt burtur úr økinum

Guðrun í Jákupsstovu
27. september 2017 kl. 11:01

Umleið 1200 brandmenn arbeiða nú uppá at basa ein risastóran eld ið kyknaði, av einari spreinging í einari stórari vápnagoymslu í Ukraina. Tað upplýsir dr.dk.

Ukrainskir myndugleikar upplýsa, at spreingingin er so ógvuslig, at 24.000 fólk eru blivin flutt úr økinum, alt økið rundanum sprongdu vápnagoymsluna er blivið ruddað í 5 kilometra radius og loftrúmið í 50 kilometra radius er stongt. Øll ferðsla í økinum er eisini avbyrgd.

Vápnagoymslan liggur umleið 270 kilometrar frá ukrainska høvuðsstaðnum Kiev, og spreingingin hendi seint í gjárkvøldi. Sambært ukrainska forsetanum, Volodomyr Groysman eru tað uttanfyristandandi orsøkir til at spreingingin hendi. Spreingingin hendi ímeðan ein størri antiterror-venjing var í gongd í økinum. Ikki er víst, um samanhangur er ímillum hetta.

188.000 tons av vápnum vóru goymd á goymsluni sum fór í luftina.