Harðir bardagar í Kharkiv

Minst 21 fólk eru deyð og 112 særd seinastu 24 tímarnar í Kharkiv

Sigurjón Einarsson
2. mars 2022 kl. 09:50

Tað hava verið harðir bardagar i næststørsta býnum í Ukraina, Kharkiv, seinasta døgnið. Russiskir fallskíggjahermenn lendu nærhendis býin, og so hava bumbur regnað yvir býin, har millum annað ein rakett rakti býráðsbygningin í býnum.

Eisini hava russiskir hermenn lopið á eitt hernaðarsjúkrahús í býnum. Minst 21 fólk eru deyð, meðan 112 fólk eru særd í Kharkiv seinasta døgnið, sambært lokalum keldum hjá Sky News.   

Fleiri aðrir býir verða eisini álopnir. Í landnyrðingspartinum av Ukraina – í býnum Sumy – eru skotbardagar í gøtunum. Spreingingar hoyrast eisini í Kharkov og í Dnipro.

Havnarbýurin Mariupol í syðra partinum av Ukraina er eisini undir álopi. Har fingu fólk at vita í gjár, at um tey ikki vóru farin úr býnum áðrenn í dag, mikudagin, so mugu tey taka við fylgjunum. Hernaðarserfrøðingur hjá Sky News sigur, at russiskar herdeildir eru við at hertaka eystara part av Ukraina við herdeildum úr norði og suðureftir, og úr Kreml og norðureftir.   

Russiski herurin bumbar eisini forstaðirnar kring Kyiv í morgun, boðar The Kyiv Independent frá.