Hanus og Jóan Símun og Klæmint eru nýggir

Gilli Rólantsson Sørensen er ikki á listanum, og Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen eru á beinkinum

Jóan Símun Edmundsson er í kvøld fyri 79. ferð á landsliðnum
Jóannes Hansen
20. juni 2023 kl. 19:14

Tríggjar broytingar eru á liðnum, sum klokkan 19.45 fer á Tórsvøll, tá ið sammett verður við liðið, sum fríggjakvøldið tapti 3-0 ímóti Kekkia.

Gilli Rólantsson Sørensen er ikki á listanum í kvøld, og Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen eru á beinkinum. Nýggir á liðnum eru Hanus Sørensen, sum er vongverji í høgru, og Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen eru í fremstu røð. Sammett við ímóti Kekkia, tá ið bara Petur Knudsen var í fremstu røð, eru í kvøld bæði Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen í fremstu røð.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Sølvi Vatnhamar – Jóan Símun Edmundsson,  Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður H. Askham, Rógvi Baldvinsson, Andrass Johansen, Magnus Egilsson, Brandur H. Egilsson, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Hannes Agnarsson, Jóannes Bjartalíð